Leygarkvøldið spæla svensku Vigiland í Luux. Um navnið ikki er so kent, so eru sangirnir til at kenna aftur, sigur fyrireikarnir. Vigiland hava fleiri milliónir avspælingar á bæði Spotify og Youtube.
Millum kendastu sangirnir eru UFO, sum í 2015 var á topp 10 listanum hjá Spotify. Mest spældi sangurin hjá teimum er Shots & Squats, sum hevur ikki færri enn 122 milliónir avspælingar. Av øðrum kunnu nevnast Pong Dance við sínum 63 milliónum avspælingum og Friday Night við 44 milliónum avspælingum, sigur fyrireikarnir.
Svensku Vigiland lenda í Føroyum leygardagin og spæla í Luux leygarkvøldið.










