Svenskir miðlar: Fleiri deyð í skottilburðinum í Örebro

Fleiri fólk eru deyð eftir skottilburðin í einum svenskum býi á einum vaksnamannaútbúgvingarstovni, skriva svenskir miðlar.

Myndir: Myndir: Kicki Nilsson/TT/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk eru deyð eftir skottilburðin á einum vaksnamannaútbúgvingardepli í Örebro.

Tað fingu Aftonbladet og TV 4 Nyheterna at vita týsdagin.

Upplýsingarnar eru ikki alment váttaðar.

Frammanundan hevur løgreglan staðfest, at fimm fólk vóru skotin í hendingini, sum fór fram á einum kommunalum vaksnamannaútbúgvingarstovni í svenska býnum. Fráboðanin um skottilburðin kom til løgregluna stutt eftir klokkan 12:30 í dag, skrivar tíðindastovan TT.

Fleiri svenskir miðlar - eitt nú tíðindastovan TT - hava áður fingið upplýsingar um, at gerningsmaðurin hevur tikið sítt egna lív. Heldur ikki tær upplýsingarnar eru váttaðar.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

 

 

Myndir: Myndir: Kicki Nilsson/TT/Ritzau Scanpix