Svenski forsætisráðharrin: - Hetta er álvarsligt

Ulf Kristersson upplýsir á tíðindafundi í dag, at svenska stjórnin hósdagin fer at taka støðu til at herða marknaðareftirlitið orsakað av spentu støðuni við almennum koran-brenningum í landinum.

Salwan Momika hevur tríggjar ferðir brent Koranir alment - hesaferð við eina moské í Stokkhólmi.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson og svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, hava í dag hildið tíðindafund í samband við seinastu koran-brenningarnar í Svøríki.

 

- Vit eru í dagligum sambandi við svensku fregnartænastuna. So álvarslig halda vit, at støðan er, sigur svenski forsætisráðharrin.

 

Svøríki og Danmark eru undir hørðum trýsti frá felagsskapinum, OIC, ið er felagsskapurin fyri islamiskum samstarvi, sum fordømir koran-brenningar í Svøríki og Danmark.

 

Felagsskapurin hóttir eisini við handilstiltøkum, sum kunnu koma londunum aftur um brekkur.

 

Ulf Kristersson upplýsir, at svenska stjórnin hósdagin fer at taka støðu til at herða marknaðareftirlitið orsakað av spentu støðuni.

 

Í Svøríki verður hildið, at ein møguleiki er at broyta lógina, soleiðis at tað verður gjørt ólógligt at brenna Koranina alment.

 

Hinvegin verður hildið, at ein slík møgulig lógarbroyting hevði verið eitt stórt afturstig fyri skrivi-og talufrælsi í landinum.

 

Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, slær á tíðindafundinum fast, at ein generell og umfatandi avmarking í skrivi-og talufrælsinum í Svøríki kemur ikki upp á tal.

 

Forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sigur, at umrøtt verður, hvørt ein møgulig broyting í skipanarlógini er møgulig og røkkur neyðuga endamálinum í einum breiðari trygdarperspektivi.

 

Sambært norska Dagbladet, sum umrøður tíðindafundin í Svøríki í dag, verður sagt, at Salwan Momika, sum higartil hevur framt tríggjar almennar koran-brenningar, nú hevur tikið tríggjar umsóknir um nýggj tiltøk aftur.

 

Sambært svensku heimasíðuni SVT, sum Dagbladet endurgevur, er ikki greitt, hví Salwan Momika nú hevur tikið hesar umsóknirnar aftur.

 

 

 

 

 

Salwan Momika hevur tríggjar ferðir brent Koranir alment - hesaferð við eina moské í Stokkhólmi.