Svenski Borat

Bretska tíðindablaðið The Sun ræður lesarunum til ikki at keypa fleiri singlar av ?Now You?re Gone? hjá Basshunter. Singulin liggur í løtuni sum nr. 1 á ensku hittlistunum fyri triðju viku á rað og Basshunter er so fegin um hetta, at hann hevur gjørt av at gera nakað heilt serligt, um singulin klárar seg sum nr. 1 fjóðru vikuna.

- Um eg klári fýra vikur, ætli eg at lata meg í eina mankini (svimjidrakt til mannfólk).

Og so ætlar Borat at taka seksutar myndir.

The Sun stúrur so illa fyri at síggja ljóshærda svenskaran í hesum klæðunum, at teir nærmast biðja og bøna lesararnar um at hjápa til,

soleiðis at Basshunter ikki kemur at liggja á 1. plássinum.