Svenska prinsessan: sjeikurin var ótrúgvur

Svenska prinsessan, Madeleine, skuldi giftast í summar við løgfrøðinginum, Jonas Bergstrøm. Brúdleypið er nú avlýst orsakað av ótrúgvskapi. Brúdleypið hjá svensku prinsessuni er nú avlýst, tí at sjeikurin var ótrúgvur við einari 21 ára gomlu Toru Uppstrøm Berg.

 

 

21 ára gamla modellin og hondbóltsleikarin, Tora Uppstrøm Berg, greiðir frá, at hon hevur verið saman við Jonas Bergstrøm, ið skuldi giftast við svensku prinssesuni í summar, skrivar norska Se og Hør.

 

Unga norðkvinnan sigur, at hon visti als ikki av, at tað var hann, tá tey møttust. Tá segði hann seg eita ?Jacob? og ikki ?Jonas?. Tey møttust á einari feriu, greiðir hon frá.

 

Fleiri fjølmiðlar vilja vera við, at Jonas livdi eitt dupultlív, har hann um dagin var sjeikurin hjá Madeleine, og um kvøldarnar gjørdist hann villur í náttarlívinum við følskum navni.