Svenska bjargingartænastan á vitjan

Hesa vikuna hava átta mans frá svensku bjargingartænastuni verið á vitjan

Bjargingarbáturin LÍV er ein av 27 líknandi svenskum bjargingarbátum. Hinir 26 hava støð kring við strendurnar í Svøríki.
Og svenska bjargingarfelagið er stórt og umfatandi. Heilar 66 bjargingarstøðir eru fram við strondini og felagið telur fleiri enn 2000 sjálvbodnar bjargingarmenn.
Teir átta siga, at ein av orsøkunum at koma til Førya at halda skeið var eisini, at kunna seg um viðurskiftini í Føroyum, sum á nógvar mátar eru ólík teimum í Svøríki.
Við sær hava teir eisini tveir vatnskootarar, sum innganga í skeiðini. Spurdir um, hvat hesir skootarar verða nýggir til siga svensku bjargingarmenninir, at teir fyrst og fremst verða nýttir á grunnum vatni, har størru bátarnir eru í vanda fyri at taka botn.
Hesir skootararnir eru heilar 1000 hestakreftir og ógvuliga manøvreriligir.
Svensku bjargingarmenninir komu til Føroya mánadagin, summir við Norrönu, aðrir við flogfari, og teir fara avstað aftur á sama hátt, summir við Norrönu í kvøld saman við skootarunum, og restin við flogfari í morginárini.