Eftir stutta sjúkralegu andaðist Svend Thulesen í Keypmannahavn tann 1. juni 2011, 82 ára gamalur. Virkin. Forvitin. Tíðindafróður. Skemtiligur. Kontantur. Mentamaður. Og vina- og familjukærur til tað seinasta.
Við hesum hevur eitt av mest týðandi vinnulívsfólkum í føroyskari søgu lagt árarnar inn. Svend – ella “Thulesen”, sum hann varð róptur millum manna – fekk stóran og slóðbrótandi týdning fyri vinnulívið og fiskivinnuna, bæði sum starvsfólk, stjóri og nevndarlimur í nøkrum av størstu fyritøkunum í Føroyum. Hann gjørdist ein “institusjón”, sum øll kendu og høvdu eina meining um – og sum fekk tættir og teiti um seg í skemti á Norðoyastevnu og í Útvarpinum. Eitt nú dugdi Robert McBirnie serliga væl at herma eftir Svend og hansara serstaka tosingarlagi (sum Svend skemtaði sær óført við at hoyra).
Thulesen kom úr Danmark sum smádrongur til Føroya við familjuni, tá pápin fekk prestastarv í Vági. Hann gekk preliminerskúla har suðuri, og fór undir seinna heimsbardaga blaðungur í læru á skrivstovni hjá J. Dahl Gørðum í Vági, sum tá enn var ein av stóru fyritøkunum í Føroyum. Har fekk hann um endan á slupptíðini og byrjanina á teimum broytingartíðum, ið vóru á veg í føroyskari fiskivinnu.
Eftir bardagalok fór Svend til Danmarkar á studentaskúla og handilsskúla har hann tók prógv sum siviløkonomur og starvaðist hjá altjóða fyritøku. Hann varðveitti tó allatíðina sambandið til Føroya og føroyska umhvørvið í Keypmannahavn. Og tá hann og Asta Gaard úr Vági giftust fyrst í, var akkerið kastað enn djúpri móti Føroyum.
Tað var tó umvegis Grønland, at kósin hjá Svend varð sett beinleiðis inn aftur í føroyska vinnulívið. Í 1960 varð hann settur sum stjóri á Nordafar í Føroyingahavnini. Og tey næstu sjey árini varð Svend oddamaður í eini fyritøku og fyri einum virksemi, har ein sonn ídnaðarkollvelting varð framd úti í grønlendsku oyðimørkini.
Føroyinghavnin og Nordafar vóru útgerðarmiðdepil fyri tí stóra flota av útróðrarbátum, línuskipum, snelluskipum og trolarum úr Føroyum og úr flestu evropeisku fiskivinnutjóðum, sum søktu vaksandi toskastovnin við Grønland. Tá var enn saltfiskaframleiðsla álitið. Men undir leiðsluni hjá Thulesen varð farið undir nútímans feskfiskaframleiðslu og at byggja mest framkomna flakavirkið í Norðurhøvum tá. El-framleiðsla, vatnveiting, ísvirki, íbúðarhús, nýggir útróðrarbátar og annað vórðu bygd til tess at økja um framleiðslumøguleikarnar. Og hvørt ár í summarhálvuni starvaðust upp í 5-600 føroyingar í Føroyingahavnini – umframt teir útróðrarmenn á øðrum plássum og tær manningar og skip, ið avreiddu ella vóru knýtt at virkseminum á annan hátt.
Hesin nýggi framleiðsluháttur á Nordafar í Grønlandi, gjørdist fyrimyndin fyri teimum flakavirkjum, ið vóru farin at taka seg upp í Føroyum í 60’unum, og sum rættiliga tóku dik á seg fram gjøgnum sjeytiárini.
Í 1967 varð Thulesen so kallaður heim á klettarnar og settur sum stjóri hjá J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum leingi hevði verið ein tann størsta fyritøkan í Føroyum við nógvum og fjølbroyttum virksemi á ymsum plássum í landinum. Hetta var ein risauppgáva, tí fyritøkan hevði staðið fyri og stóð eisini tá fyri stórum fíggjarligum avbjóðingum eftir eina kreppukenda tíð í pørtum av stóra virkseminum.
Svend hevur sjálvur greitt frá, at hetta var ein trupul tíð, har virksemið hjá tí stoltu fyritøkuni mátti leggjast um og avmarkast. Virksemið varð miðað aftur til fiskivinnu, fiskiídnað og heilsøluvirksemi burturav, meðan annað virksemi varð skilt frá til onnur ella steðgaði. Hann mintist sjálvur afturá, at hann skjótt fekk eyknevnið “Lukas” norðuri i Klaksvík, tí hann “lukkaði” fleiri av teimum handverks-, ídnaðar- og framleiðslutættum, sum Kjølbro hevði fevnt um.
Sum stjóri á Kjølbro stóð Thulesen eisini síðani á odda fyri byrjaðu broytingini til feskfiskaframleiðslu á landi og á sjógvi. Á Kósini varð flakavirkið bygt út. Nýggir Kjølbrotrolarar vórðu bygdir, har farið varðendaliga frá síðutroli og saltfiski til hekkutrolarar og feskfisk við verksmiðjum og flótandi flakavirkjum umborð. Og Svend var ómetalig errin av teimum trolarum, ið vórðu bygdir í hansara tíð.
Svend hevði eisini mong álitisstørv sum nevndarlimur og formaður í eitt nú Føroya Fiskasølu og øðrum vinnufeløgum. Eitt skifti fór Svend enntá inn í politikk, tá hann varð valdur inn í Klaksvíkar Býrað fyri Javnaðarflokkin í eitt býráðsskeið. Sjálvur metti hann, at hetta var læruríkt, men segði seg vera alt ov ótolnan og lítið hugaðum fyri teimum langdrignu avgerðargongdunum í politikki.
Sjálvur lærdi eg Svend Thulesen at kenna í sambandi við tær sendingar um Grønlandsútróður og Føroyingahavnina, sum eg var so heppin at sleppa at gera í Sjónvarpi Føroya saman við Bjarnheðini í Hoyvík og Mikkjali Øster í 1996-97. Dugnaligu menninir hjá Lions Club í Vágunum høvdu tikið stig til og savnað pening og fólk til ferðina. Og teir høvdu fingið Svend Thulesen við. Í 14 dagar húsaðust vit – eldri útróðarmenn og sjómenn, sjónvarpsfólk og so stjórin, Thulesen – umborð á einum gomlum politibáti, vit høvdu leigað, har vit sigldu til gomlu útróðarplássini á vesturstrondini og endaðu í Føroyingahavnini. Tað var ein framúr túrur, har Svend treivst sera væl frammi í lugarinum saman við Martini Ejdesgaard, sála, og har vit allir fingu ómetaligar nógvar og góðar søgur, upplivingar og samveru á leiðini.
Lagnan legði tað so, at bert fáar dagar fyri, at Svend andaðist, varð sendingin um Føroyingahavnina endursend í Kringvarpinum, har Svend so livandi greiddi frá, meðan hann gekk tær gomlu gøturnar í Føroyingahavnini og sat í tí gamla lenistólunum frá íbúðini hjá familjuni (ið varð rópt “Himmelbjerget”, tí hon lá hægst millum bygningarnar).
Svend Thulesen var ein sera nærlagdur og væl lisin maður. Og hann var ein sannur fongur fyri søgufólk og øll onnur við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, vinnuvirksemi og fiskivinnu. Hann var ein livandi alfrøði, sum kundi oysa dúgliga av síni vitan, minnum og royndum niður í smálutir. Og tað var ikki bert við orðum. Tá ið vit arbeiddu við at gera sendingarnar um Grønlandsfiskiskapin, bjóðaði hann okkum norður at vitja í Klaksvík í heimið hjá sær og Astu. Og eg mundi dottið uppeftir, tá hann vísti á savnið hjá sær av tilfari. Hann hevði savnað alt sum varð skrivað í bløðum og bókum um Nordafar, Grønlandsfelagið, skipini og útróðarbátarnar, ár fyri ár í væl uppsettum mappum. Hann hevði myndatilfar frá øllum virkseminum. Og hann hevði eitt stórt savn av livandi myndum langt aftur í tíðina, har alt virksemið so at siga er skjalfest. Tað sama fyri virksemið hjá Kjølbro. Gomlu Sjúrðarberg, Skálaberg og og Sundaberg – og teir nýggju. Myndir og filmar frá heilt gomlum trolarum sum Jóannesi Patursson, Brandi Sigmundasyni, eldir línuskipum, snelluskipum o.a. Ein dýrgrípur av vitan og skjalfesting fyri eftirtíðina.
Tá Svend legði frá sær sum stjóri hjá Kjølbro síðst í nítiárunum, kundi hann hyggja aftur á eitt slóðbrótandi og virkið lív í føroyskum vinnulívi. Har hann hevði verið partur av øllu teimum stóru broytingunum í føroyskari fiskivinni og fiskiídnaði. Hann gleddi seg at njóta pensjónistatilveruna saman við Astu. Og tey gleddu seg at flyta niður til Danmarkar og at síggja meira til dóttrina, Randi, versonin Hans Paula og abbasynirnar. Tað var tí ein dygg sorg, at Asta andaðist so stutt eftir hetta. Men Svend untist kortini at fáa nøkur góð og virkin ár saman við sínum nærmastu, frá sínum nýggja heimi á Følfodvej á Amager í Keypmannahavn.
Gjøgnum eina góða felags vinkonu, var eg so heppin at hava samband við Svend nakrar ferðir seinastu árini, tí eg varð sendur til hansara við røstum og turrum kjøti frá vinkonuni í Føroyum. Hann stóð oftast fyri mær á flogvøllinum og koyrdi meg í egnum bili inn á Fólkatingið. Seinast eg sá hann, var hann sum vanligt lættur upp á sporið, knappur í vendingini, koyrdi bilin sum ein unglingi – og vit fingu long og áhugaverd prát. Hann fylgdi við í øllum, sum hendi í Føroyum, í donskum politikki og heimspolitikki við. Ikki vóru vit samdir politiskt, og tað gjørdi bert prátini tess meira áhugaverd. Og eitt kann sigast sum Svend: Hann kundi sanniliga tosa fyri seg og hevði nógv upp á hjarta.
Á okkara ferð í Grønlandi í 1996 hildu vit eina seinastu andakt í toftunum av gamla føroyska sjómansheiminum í Syðru havn á Ravnoynni. Svend varð sum prestasonur biðin at lesa ein lítlan lestur. Tað megnaði hann sera væl, og tað gjørdist ein serstøk og hátíðarlig løta.
Nú varð so seinasta andakt hildin og seinasti lestur lisin fyri Svend Thulesen. Men eftir hann liggur eitt megnarverk og mong góð minnir, sum liva áfram. Víst er tað, at ongin fer at keða seg í selskapi við teimum.
Friður og tign veri yvir minninum um Svend Thulesen.
----------
Høgni Hoydal