Øll feløgini knýtt at navninum Svend Krosstein, tað vil siga P/F Svend Krosstein, P/F Ognarfelagið SK og P/F SK.Holding hava fingið nýggja nevnd.
Kristin Svend Emil Frits Krosstein er farin frá sum stjóri í øllum trimum feløgunum. Hann er eisini farin úr øllum nevndunum, saman við Johannu Petrinu Krosstein, Anniku Krosstein og Elnu Krosstein. Johanna Petrina Krosstein var forkvinna í nevndunum.
Í teirra stað er komin ein trý-manna nevnd, mannað av Bjørn á Heygum, sum er nevndarformaður, Svend Ingi Krosstein Madsen og Morten Jensen Bang.
Annika Krosstein heldur á sum stjóri í feløgunum.