Tórshavnar kommuna hevur sett Svend Højgaard í starv sum leiðara á Býarbókasavninum. Hann avloysir Onnu Brimnes, sum fer frá fyri aldur.
Svend Højgaard er 37 ára gamal og útbúgvin cand.scient.bibl. á Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann útbúgving innan ferðavinnu. Hann er í løtuni í starvi á Landsbókasavninum.
Á Býarbókasavninum starvast 14 fólk. Svend Højgaard byrjar í starvinum 1. september 2011.