Seks eru dripin í skottilburði við hjálparmiðstøð í Gaza

Sagt verður, at fleiri eru dripin nærhendis hjálparmiðstøð hjá felagsskapi, sum funnist verður at. Ávaringarskot, sigur ísraelski herurin.

Savnsmynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix

Seks palestinar doyðu í dag í einum skottilburði nærhendis hjálparmiðstøð í Gazageiranum.

 

Tað boðar borgaraverjan í økinum frá.

 

Tey seks vórðu dripin í morgin nærhendis hjálparmistøð, sum amerikanskt og ísraelskt stuðlaði felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation (GHF) rekur í Rafah í sunnara parti av Gazageiranum.

 

GHF var júst farið undir at taka býta hjálp útaftur eftir stuttan steðg orsakað av líknandi drápiligum skottilburðum fyrr í vikuni.

 

Sambært borgaraverjuni á Gazageiranum drupu ísraelskar herdeildir í minsta lagi 36 palestinar tilsamans leygardagin.

 

Tíðindastovan AFP hevur ikki kunnað staðfest deyðstalið frá borgaraverjuni ella umstøðurnar kring deyðsføllini.

 

Ísraelski herurin sigur, at hermenn hava latið "ávaringsskot" móti fólki, sum, sigur hann, "sum rørdu seg á ein hátt, sum setti hermenninar í vanda."

 

GHF hevur fingið atfinningar frá Sameindu Tjóðum og øðrum hjálparfelagsskapum fyri ikki at vera neutralur og fyri at umganga vanligu hjálparskipanina í Gaza - og fyri ikki at vera nóg væl fyrireikaður.

 

Palestinar hava fleiri ferðir verið skotnir og dripnir í kaotisku umstøðunum nærhendis hjálparbýtinum hjá GHF.

 

Stovnurin hevur fleiri ferðir stongt útbýtið, síðani tað byrjaði í síðstu viku.

 

 

 

/Ritzau/AFP

 

Savnsmynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix