Hetta fram til jóla, er Svend Erik Stenberg listafólkið, ið sýnir fram í Miðlatúni í Vági.
Svend Erik Stenberg er lokalur listamaður, sum seinastu nógvu árini hevur málað. Svend Erik hevur tó ikki gjørt nógv burturúr at luttaka á framsýningum, tí fyrsta framsýningin hann var við, var á jóansøku fyri 2 árum síðani, veit vagur.fo at siga.
Myndevnini eru eisini mest úr lokalumhvørvinum.