Sveisiski hópurin

Sveisiski landsliðsvenjarin hevur sjávlandi tikið sær ein hóp út, sum hann fer at seta sítt álit á, nú Sveis enn einaferð skal royna at vinna sæti í einum endaspæli.
19 mans eru úttikinir, og tó at tað ikki eru øll nøvn, sum fáa eina klokku at ringja í fótbóltsminninum hjá vanliga føroyinginum, so eru tó nakrir profilar á liðnum, sum avgjørt hoyra til høgan europeiskan miðalklassa.
Eitt nú kunnu nevnast Liverpool-verjuleikarin, Stephane Henchiz, og PSV-miðvallarin, Johann Vogel, sum í drúgt áramál hava prógvað, at teir avgjørt megna at standa seg á allar hægsta stigið, og eisini Hakan Yakin í VfB Stuttgart hevur til tíðir sýnt sínar avgjørdu dygdir. Og tað sigur nokk heldur ikk so lítið um styrkina hjá hesum leikarum, at bæði Stuttgart og PSV gjørdust meistarar í vár, og saman við Liverpool skulu hesi feløgini so leika í europeisku meistarakappingini.
Teir 19, sum eru úttiknir til hópin, eru annars hesir:

Málverjar
Sébastian RothServett FC
Pascal ZuberbühlerFC Basel
Útileikarar
Stéphane GrichtingAJ Auxerre
Bernt HaasWest Bromwich Albion
Stéphane HenchozLiverpool
Magnin LudovicSV Werder Bremen
Patrick MüllerRCD Mallorca
Cristoph SpycherGrasshopper-Club
Murat YakinFC Basel
Tranquillo BarnettaHannover 96
Ricardo CabanasGrasshopper Club
Daniel CygaxFC Zürich
Benjamin HuggelFC Basel
Johann LonfatFC Souchaux Montbéliard
Alexandre ReyNeuchatel Xamax FC
Johann VogelPSV Eindhoven
Johan VonlanthenPSV Eindhoven
Raphaël WickyHamburger SV
Hakan YakinVfB Stuttgart