Sveisara søgan er sum hon plagar at vera

Hóast teir ikki vunnu stórt, so lótu gestirnir úr alpulandinum síðstu løtuna ongan iva vera um, at teir vóru førir fyri at vinna øll stigini og harvið gera føroysku vónina, sum varð birt, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, til skammar

FØROYAR-SVEIS

Tað er sama kensla mest sum hvørja ferð, tá ið nøkur orð skulu forfattast um tað, sum hevur gingið fyri seg, tá ið Føroyar hava verið í stríði ímóti einum av teimum stóru - í hvussu so er eftir føroyskum mátistokki.
Skal tað skrivast út frá eitt sindur nipnu staðfestingini, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist at fáa stigið, sum Henrik Larsen mest sum gav lyfti um skuldi koma ímóti teimum stóru heilt skjótt eftir, at hann var vorðin venjari. Skal tað skrivast út frá úrslitinum hesa ferð sammett við 6-0 avhølvingina í Sveis í september í fjør. Ella skal tað bara staðfestast, at tað framvegis eru tveir flokkar ímillum Føroyar og tey, sum eru um at fara í endaspurtin um plássini í HM endaspælinum í Týsklandi um eitt ár, og at tað - júst sum fyri fýra árum síðani, tá ið Sveis vann 1-0 á Svangaskarði - eisini hesa ferð varð avgjørt í síðsta parti av tíðini.
Vónin um, at tað fyri fyrstu ferð síðani 2-2 ímóti Skotlandi á Svangaskarði 6. september í 2002 skuldi eydnast at fáa stig ímóti lutfalsliga stórari fótbóltstjóð livdi eina løtu. Inntil í 25. minutti var tað málleyst. Sveis var spælstýrandi, og tað tóktist sum um, at teir fyrstu løtuna høvdu hug til at seta føroyingar undir sama trýstið, sum teir evnaðu á heimavølli í fjør. Men tað var skjótt, at tað varð staðfest, at hesa ferð var føroyska liðið betri útborið.
Royndin í øgiliga hitanum í Basel hevði lært føroyingarnar, at tað hevði verið óðamannaverk at taka seg ov langt fram, og at tað var alneyðugt at byrgja fyri á miðvøllinum og í miðverjuni. Atli Danielsen, sum rudduliga staðfesti sín kandidatur til pláss ímillum teir fyrstu ellivu, var bindilið millum sentrala miðvøllin, har Rógvi Jacobsen var eitt sindur fremri og Fróði Benjaminsen eitt sindur aftari og verjuna.
Hesir tríggir vóru stinnir, og tá ið so Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen vóru sannførandi í miðverjuni, so gjørdist ikki so nógv hjá Johan Vonlanthen og Alexander Frei. Faktiskt høvdu teir ikki havt serligar royndir ímóti føroyska málinum, tá ið teir í 25. minutti fingu hol á. Talan var um hornasparksstøðu, og tað var harmuligt, tá ið havt verður í huga, hvussu væl tað í leysum spæli eydnaðist at byrgja upp fyri. Miðvallarin Raphaël Wicky var ovurfegin, tá ið hann í sínum 59. landsdysti fyri fyrstu ferð hevði skorað mál. Hann og hinir sveisararnir løgdu vertin í, at tað tóktist sum um, at onkur teirra hevði skumpað Atla Danielsen um koll, áðrenn bólturin umvegis pannuna á Wicky brast í netmeskar-nar.
Gylta løtan
Sveis megnaði ikki at punktera spenningin. Føroyska liðið domineraði á ongan hátt spælið, men føroyingarnir royndu. Í fleiri førum eydnaðist tað Fróða Benjaminsen og Atla Danielsen, sum umframt at vísa hendinga evni sum bóltvinnarar eisini eru fínir fótbóltsspælarar, at fáa líkinda samanspæl í lag. Claus Bech Jørgensen var drúgvur, tá ið hann úr vinstru leitaði inn á vøllin, og Rógvi Jacobsen vísti ógvuliga stóra styrki í høvuðsspælinum. Tað tóktist sum um at nógvar sendingar - bæði frá Jákupi Mikkelsen og øðrum - vóru rættaðar ímóti høvdinum á KR manninum.
Rógvi vann nógv teir flestu nærdystirnar, og hann megnaði eisini at stýra bóltinum víðari. Men í fremstu røð var ikki, sum tað fleiri ferðir hevur verið. Andrew av Fløtum hevði ómøguliga uppgávu sum einsamallur álopsspælari, og bæði hjá honum og Jákupi á Borg, sum seinnu árini hevur átt nógv tey flestu innleggini, sum hava borið mál við sær, stemmaði tað ikki rættuliga. Tað tóktist bila at lesa, hvussu tað fór at tørna út.
Súni Olsen í vinstru bjóðaði seg væl til í framrættaða partinum, meðan tað bilti hjá Johan B. Hansen í høgru at vera við í uppspælinum.
Jákup Mikkelsen hevði fleiri fínar bjargingar, og tað var júst eftir bjarging og útspæl frá honum, at Føroyar javnaðu og lítla løtu vóru á gosi. Eftir uppspæl og innlegg úr høgru frá Christiani Høgna Jacobsen, sum var farin á høgra miðvallarplássið, tá ið Jónhard Frederiksberg hevði avloyst Jákup á Borg, royndi Jónhard at fáa skot á, og eftir tvær ferðir aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Rógva Jacobsen, sum setti í málið og harvið enn eina ferð minti á, hvussu framúr gott máltev hann hevur.
Tá restaðu tjúgu minuttir, og áskoðarafjøldin, sum hevði verið væl friðarligari, enn hon ofta áður hevur verið á Svangaskarði, raknaði av álvara. Hugburðurin tóktist vera tann rætti, og kanska lúrdi møguleikin, at tað skuldi bera til at vinna øll stigini.
Vónbrotið
Men tað bar ikki til hjá vertunum at gera upp uttan at hugsa um gestirnar. Sveis hevði tjúgu minuttir at rætta upp á tingini og fáa stigini, sum teir vóru komnir eftir, og tað eydnaðist. Júst sum 2. juni í 2001, tá ið sveisararnir leingi vóru kroystir, men níggju minuttir undan leikloki fingu málið, sum bar trý stig við sær.
Kanska vóru okkara farnir eitt vet niður í ferð, tá ið teir tríggir minuttir eftir útjavnandi málið vórðu mintir á, at tað hevði verið ov vandamikið at dúva upp á tepran sigur. Liðformaðurin, Johann Vogel og hin veteranurin í maskinrúminum á miðvøllinum, Raphaël Wicky, settu dampin eitt sindur upp undir ketlunum.
Føroyingarnir stóðu eina lítla løtu á hælunum og sólaðu sær í góðveðrinum yvir stigið, sum tóktist vera undir borðinum, og so fall hamarin. Eitt sindur úr høgru datt bólturin, eftir diagonala sending, innanfyri miðverjarnar, og Alexander Frei, sum áður hevur verið føroyingunum boysin, var púra leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu setti fram við prísgivna føroyska málverjanum.
So var einki annað at gera enn at herja á aftur. Verjan varð flutt eitt sindur fram, og eftir innkast í vinstru tiltuskaði Jónhard Frederiksberg sær skotroynd, sum var um reppið at geva mál. Men í staðin fyri 2-2 og javnleik, sum tað hevur verið droymt um síðani fagnaðar løturnar á Svangaskarði ímóti Slovenia og Skotlandi, so slerdi Sveis til eina ferð afturat, og harvið staðfestu teir oddasessin í bólki fýra. Rangsstøðufellan kiksaði, og Alexander Frei sneiddi framvið Jákupi, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
Enn eina ferð fóru føroyingarnir av Svangaskarði við tapi í viðførinum. Men millum viðhaldsfólkini og spælararnar fer kenslan og vónin ivaleyst at kykna aftur um, at tað man fara at eydnast at fáa stig. Kanska longu í annað kvøld, tá ið Írland verður gestur á Tórsvølli!