Føroyska kvinnulandsliðið stríddist væl ímóti sterka sveisiska liðnum í HM-undanundankappingini, men endaði við at tapa 19-23 (8-11). Tað er tó ikki hetta tapið, men heldur tapið ímóti 19-22 (12-10) tapið ímóti Finnlandi sum gjørdi skaðan.
Sveis vann bólkin við seks stigum, Litava, Føroyar og Finnland fingu øll tvey stig. Litava hevur frægast málmun og Finnland ringasta málmunin, so tað endaði við einum triðja plássi til Føroyar.
Føroysku málskjúttarnir ímóti Sveis: Durita C. Jojic 3. Kristianna Henneberg Joensen 3. Marianna G. Eystberg 3, Turið Arge Samuelsen 3, Maria H. Weyhe 2. Bjarta Johansen 1. Súna K. Hansen 1, Pernille Brandenborg 1, Tóra Eliasen 1 - Daphne Gautschi gjørdist toppskjútti hjá Sveis við sjey málum.
Gongdin í dystinum: 2:0, 2:2, 4:2, 4:4, 6:4, 6:5, 10:5, 10:7, 11:8; 13:8, 13:9, 15:9, 15:11, 16:11, 18:13, 20:13, 22:15, 22:17, 23:17, 23:19.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Sjúrð H. Hoydal, reportara hjá FM1 siga frá dystarendanum, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pernille Brandenborg, ið gjørdist dagsins spælari. Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við Duritu C. Jojic, ið var misnøgd við egið avrik í dag, men sum kortini sær eina spennandi framtíð við føroyska kvinnulandsliðnum við einum spennandi og dugnaligum venjara.
Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, ið tók samanum kappingina, har 25-21 sigurin ímóti Litava ígjár var hæddarpunktið, og seinasta korterið í fyrsta dystinum ímóti Finnlandi var ringasta løtan. Ágúst Jóhansson staðfestir tó, at liðið má fáa fleiri dystir at spæla um spælararnir skulu mennast. Sjúrður tók eisini stutt samanum kappingina sjálvur. Alt hetta hoyrist á ljóðfíluni.