EM: Sveis er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á EM-dystin Sveis-Føroyar

Í morgin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið søguliga fyrsta dystin í einum EM-endaspæli.

 

Vertstjóðin, Sveis verður mótstøðuliðið í dystinum í bólki D í Sankt Jakobshøllini í Basel, har yvir 400 føroyingar fara at stuðla okkara kvinnum.

 

Sveis sum hevur vunnið fimm teir seinastu dystirnar undan EM-endaspælinum, og tær hava eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á sveisiskan sigur eru so lág sum 1,15.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru so høg sum 7,46.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 12,11.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##