Hetta sigur Sveinur Justinussen, sum er eitt av størstu talentunum í føroyskum hondbólti. Hann væntar, at árið í ár kann gerast trupult, tí fleiri av berandi kreftunum ikki eru við longur. Nýggir spælarar standa tó klárir, og hesir skulu nokk klára uppgávuna.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stórur smeitur fyri strandingar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Strandingar hava mist nógv fólk til komandi kappingarár, og hetta heldur Sveinur vera ein stóran miss fyri StÍF: Vit hava mist Arthur, Alexandur og Paula, og hetta fer helst at síggjast aftur. Teir hava verið fastir fúsir á besta liðnum í nógv ár, so sjálvandi fara teir at mangla.
Hann er tó glaður fyri, at liðið hevur fingið íslendingin, Finn Hansson, afturat hópin, nú tá Arthur, Alexandur og Pauli ikki eru við longur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jøvn kapping
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
At enda sigur Sveinur, at hann væntar eina sera javna kapping. Hann heldur, at liðini eru javnari, enn tey kanska nakrantíð hava verið, men vónar, at StÍF megnar at toga seg upp millum trý tey fremstu, tí hann vil fegin betra um úrslitið frá síðsta kappingarári: Kyndil sær út til at hava sterkasta liðið, meðan hini liðini tykjast sera jøvn. Eg vóni, at vit náa millum trý tey fremstu liðini, men tað verður í harðari kapping við VÍF, Neistan og KÍF.
Nú eru tveir av størstu profilunum givnir, men menn standa klárir at lyfta arvin. Síðstu árini hevur Sveinur, saman við bróðurinum Leivi, spælt seg inn í bakketuna hjá StÍF. Nú skulu teir báðir taka yvir eftir brøðurnar Arthur og Alexandur.










