Sveinur sagt upp á Portalinum

– Jú, tað passar, at eg havi sagt meg úr starvi á Portalinum, sigur Sveinur Tróndarson, sum hevur verið tíðindaleiðari á Portalinum síðani Knassar í summar keyptu Portalin frá Føroya Tele

– Jú, tað passar, at eg havi sagt meg úr starvi á Portalinum.

 

Tað váttar Sveinur Tróndarson, sum hevur verið tíðindaleiðari á Portalinum síðani Knassar í summar keyptu Portalin frá Føroya Tele.

 

Sveinur Tróndarson vil einki siga um orsøkina, hví hann brádliga segði seg úr starvi og hevur heldur ongar viðmerkingar um leysasøgur um løn og annað.

 

– Eg tími ikki at siga nakað alment um hetta, sigur Sveinur Tróndarson.

 

Men hann váttar, at hann segði upp hósdagin 1. mai.

 

Niklái Nysted, stjóri í Knassum, váttar, at Sveinur Tróndarson er farin úr starvi, og hann váttar eisini, at ósemja hevur verið millum partarnar um lønina.

 

– Men tað fáa vit upp á pláss í loypi av degnum, sigur Niklái Nysted.