Sveinur og Kristel á Hvonn í kvøld

Hetta vikuskiftið vitja nýggju føroysku X-Factor stjørnurnar heima. Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg við live-sending hjá Rás2 á Hvonn í kvøld, og har fara tey millum annað at framføra nakrar sangir.

 

Nýggj X-Factor kapping er í gongd í Danmark, og aftur hesaferð eru føroyskir sangarar millum profilarnar í kappingini.

 

Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg hava veruliga gjørt vart við seg í kappingini higartil, og í gjárkvøldið komu tey enn einaferð víðari í kappingini. Nú eru tey millum tey seinastu, sum eru eftir áðrenn úttøkan til live-showini verður.

 

Hetta vikuskifti vitja Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg heima í Føroyum. Tey verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn í kvøld kl. 19.00

 

Sveinur og Kristel fara at greiða frá sínum upplivingum í X-Factor, og tey fara eisini at framføra nakrar sangir live.