Sveinur Gaard Olsen sang sangin hjá belgiska Gotye, »Somebody That I Used To Know«, ta hann trein á pallin í X Factorkappingini fyri løtu síðani. Og hann fekk góð skotsmál.
Pernille helt, at tá man hevði ein so góðan rocksangara, sum Svein, so átti at hann at sloppið at sungið rock. Og Sveinur var skjótur at svara, at tað fór hon at hoyra seinni.
Thomas Blachmann var ikki samdur við Pernille.
Hatta var genialt. Hatta var eitt gott val. Tú ert modernaður upp á ein feitan máta. Hatta var bara genialt, segði hann.
Cutfather, sum varðar av Sveini, var sjálvandi eisini fegin.
Eg eri superstoltur. Tað eru ótrúliga fáir sangarar, sum klára hasar høgu tónarnar so flott, sum tú, segði Cutfather.
Og Lise Rønne legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon presenteraði Svein:
Hvad har I at sige til denne flotte færing...
Og Cutfather hevði sjálvandi bara rósandi orð. Hann segði, at hesin treiski føroyingurin veit, hvat hann vil.
Tey, ið vilja atkvøða fyri Sveini, skulu senda »sv" til 1212











