Kendi tónleikaframleiðarin Cutfather valdi Svein Gaard Olsen sum ein av sínum trimum luttakarum í X Factor, og Sveinur fegnast um møguleikan at arbeiða saman við honum.
- Cutfather er sera dugnaligur, seriøsur og fittur. Hann er í grundini akkurát soleiðis, sum fólk uppliva hann í sjónvarpinum humanur og stuttligur, sigur Sveinur Gaard Olsen.
Fyrsta live framførslan hjá Sveini verður í X Factor komandi fríggjakvøld. Hann er farin undir fyrireikingarnar til live framførslurnar og gleðir seg nógv til tær.
- Eg ætli mær at koma langt, og hevði eg nátt finaluna, so hevði tað verið super. Hinvegin verði eg glaður, um bara ikki verið tann fyrsti, sum verður sendur heim, sigur Sveinur