Sveinur Justinussen var ein fegin maður eftir dystin á Skála í gjár. StÍF spældi ein javnan og spennandi dyst og ongin spælari fekk skaða, umframt at heimliðið fekk øll stigini.
- Eg vil nógv heldur spæla ein javnan og spennandi dyst, sum vit so vinna, enn at vinna ein lættan sigur, sigur Sveinur Justinussen.
StÍF skal komandi vikuskiftið spæla seypafinalu móti KÍF í høllini á Nabb. Tí kundi hugsast, at strandingar fóru at spara seg eitt sindur, men var als ikki tilfeldið.
Í fyrra hálvleiki var H71 omaná og tað eydnaðist teimum at steðga Sveini Justinussen, sum hevði yvir tíggju skot á mál, men skoraði bara tvey.
Í seinna hálvleiki kom vend í. Sveinur royndi seg tíggju ferðir, og skoraði ikki færr enn átta mál. Tað gjørdist í nógvar mátar munurin á liðnum.
Fyri KÍF var Rúni Højgaard undangongumaður við málskjótingini. Í seinna hálvleiki skoraði hann seks mál upp á seks skot. Onkur av teimum vóru framúr góð langskot. Hann var einki fegin um úrslitið, sum merkir, at StÍF aftur hálar inn á hoyvíkingar, sum liggja nummar tvey.
StÍF – H71: 28-26 (9-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 10, Jákup Berthelsen 5, Marius Joensen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Joensen 2, Jón Rasmussen 2, Allan Norðberg 1, Jógvan G. Joensen 1
H71: Rúni Højgaard 9. Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 3, Bogdan Florea 3, Ári J. Olsen Rógvi Sørensen 2, Hans Kári Hanen 1, Tróndur Arge 1