Sveinbjørn er av Eiði, sonur Thominu, f. Andreassen, og Hans Jacob Poulsen, sum var fyrsti løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Eysturoynni. Pápin, ið eisini var fiskimaður, doyði meðan børnini vóru smá, bert 43 ára gamal, og mamman sat eftir við 6 børnum, tey eru: Margretha, g. Sigurðsson, Poul Engberg Poulsen, Sveinbjørn Kvilt, Tórhallur Kollsker, Alfred Poulsen,og Ásmundur Poulsen. Sveinbjørn giftist við Katrin, dóttir Kristionnu, f. Hansen, og Johan Kallsoy, lærara og løgtingsmann, eisini av Eiði, og settu tey búgv á Skála. Sveinbjørn og Katrin eiga 4 børn, Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg og Trúgva, sum búgva í Danmark, og Jórun, sum býr í Runavík. Sum ungur fór Sveinbjørn til skips, og sigldi hann eisini nógv undir krignum. Seinni sigldi hann nógv ár við norðmonnum. Tey síðstu mongu árini arbeiddi hann á Skala Skipasmiðju á planloftinum. Sveinbjørn er góður til hendurnar og bygdi t.d beiggjanum, Poul Engberg, ein speedbát. Eisini høvdu tey Kafé á Skála, har konan eisini hevur frisørsalong. Frisørfakið er gingið í arv, tvær av døtrunum og fleiri av barnabørnunum eru frisørar. Sveinbjørn er ein væl vitandi maður, sum lesur nógv, og hevur sínar avgjørdu meiningar um ymisk samfelagsviðurskifti. Føðingardagin helt hann heima á Skála.










