Kappróðurin á sundalagsstevnu í Hósvík er fyribils útsettur til í morgin. Fyrrapartin fæst greiða á, um tað verður róð í Hósvík.
Sambært forsøgnunum fer veðrið at vera tað sama í morgin, sum tað er í dag. Harvið vera líkindini at rógva tey somu, sum tey eru ídag.
Á facebook er nógv kjak um kappróður. Tað ber neyvan til í handavend at flyta róðurin úr einum øki og í annað, tí tað er nógv, sum skal fyrireikast.
Men tað er áhugavert at fylgja við í, hvat rógvarar og onnur við innliti í kappróðurin bera fram á torg.
Ein av royndastu rógvarunum er Svein Rógvi Ljósstein Nielsen. Hann hevur róð í nógv ár eitt nú við Klaksvíkingi. Nú er hann venjari hjá Orminum Langa, har hann situr á lærinum.
Svein Rógvi gevur sína greiðu meining til kennar á facebook:
-Flytið róðurin á annað stað, har tað eigur at verða róð í morgin. Eitt nú á Skálafjørðin ella til Klaksvíkar, har tað er logn á hesi ættini. Finnið eina loysn, so veðrið og óvissur í tí sambandi ikki ávirka úrslitið, eru ráðini hjá Svein Rógva Ljósstein Nielsen.
Hetta vikuskiftið er skálafjarðarstevna, men tað er eingin kappróður. FM kappróður er bara annaðhvørt ár á Skálafjarðarstevnu.
Tað ber til at fylgja kjakinum um róður og líkindi á facebook bólkinum kappróðrarkjak.