Svein Rógvi aftur í Stjørnuni

Tað verður ein gamal kenningur, nevniliga Svein Rógvi Nielsen, sum skal standa á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni komandi kappingarár. Svein Rógvi Nielsen hevur seinasta árið verið venjari hjá Ranheim Håndball í triðbestu norsku kvinnudeildini, men av tí at felagið nú er farið av knóranum, vendir hann heim aftur til Føroya í ótíð. Sáttmálin við felagið var annars galdandi fyri eitt kappingarár afturat.

 

Við hvannrok.fo sigur Svein Rógvi Nielsen, at Stjørnan - umframt at hava somu leikarar sum í fjør - fer at leita sær eftir útlendskum styrki. Hann hugsar serliga um at útvega sær ein málverja.

 

Tað er eisini greitt, at Joan M. Joensen fer at spæla aftur eftir tvey ár í barsilsfarloyvi.