Sveimandi Fípa Fagra

Fípan Fagra er navnið á sveimandi kvinnuni á standmyndini hjá Hans Paula Olsen, ið borgarstjórin í Klaksvík lýsti sum ímyndin av eini nýggjari byrjan


Ein sveimandi kvinnukroppur millum tveir skulpturellar steinar kom til sjóndar, tá nýggja standmyndin hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað leygarmorgunin í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu. 



Frælsi, yndi og dirvi

Standmyndin hevur fingið navnið Fípan Fagra, og eins og báturin, vit kenna úr kvæðunum, ímyndar hon frælsi, yndi og og dirvi.

Sambært myndahøggaranum Hans Pauli Olsen ætlaði hann av fyrstan tíð at hava Kunoyarnes sum bakgrund, men hann fekk tað ikki reiðiliga at rigga.

- Við standmyndum, sum hesum, ræður tað um at finna eina samanrenning millum listarliga hugskotið og tað, sum praktiskt letur seg gera. Á hendan hátt er Kunoyarnes onkursvegna kortini við, tí vit hava lyndi at venda okkum tann vegin, ið kvinnan hyggur, sigur Hans Pauli Olsen.

Steinsúlurnar, sum kroppurin er eins og spentur út ímillum, ímynda nakrar av Norðoyggjunum í baksýni, meðan sveimandi kvinnan skoðar út yvir Klaksvíkina og út móti Kunoyarnesi.

Á hendan hátt hevur sjálv standmyndin skap av einum portri, ið borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, lýsti sum byrjanin til eina nýggja tíð við nýggjum møguleikum og avbjóðingum. 



Á hægri støði

Eisini vísti borgarstjórin á, at plássið, standmyndin hevur fingið, ikki er valt av tilvild. Tað var nevniliga her í Vágstúni, at várting vórðu hildin, og tað er ikki tal á teimum fólkafundum og øðrum fundum, sum hava verið hildnir har á staðnum.

Hiðani er eisini tað so eyðkenda útsýnið móti Kunoyarnesi, sum man vera tað mest eyðkenda fyri Klaksvík, og sum eisini sæst aftur í búmerkinum hjá kommununi.

Í røðuni segði Steinbjørn O. Jacobsen millum annað, at býráðið seinnu árini hevur lagt sera nógva orku í at fríðka um býin – eitt arbeiði, ið nú veruliga gevur úrslit.

- List er eisini partur av hesi somu menningini, sum er við til at lyfta Klaksvík upp á eitt hægri støði, bæði umhvørvisliga við vakurleika og mentanarliga við súmbolikki, sum fær hugin at reika – uttan mun til, hvussu tann einstaki velur at fata og tulka hendan súmbolikkin, segði borgarstjórin