Heidi Petersen, løgtingskvinna
Hví kravdi løgmaður ikki føroysku viðmerkingarnar sendar til ST, spyr Heidi Petersen, løgtingskvinna
Tað undrar stórliga tá løgmaður, samstundis sum hann boðar frá stórpolitiskari hending í føroyskari søgu, ikki kunnar tingið og uttanlandsnevndina, sum hann sambært stýrisskipanini skal gera, tá slíkar stórhendingar fara fram? Hvar var løgmaður, tá hetta hendi? Haldi hann skyldar Føroya fólki eina frágreiðing?
Tað ørkymlar eisini, at løgmaður boðar frá, at nú er vegurin klárur at ganga, um og tá føroyingar velja at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð, samstundis sum hann, uttan viðgerð, uttan at kunna tingi og uttanlandsnevnd, og uttan sum Føroya løgmaður at mótmæla, tá danska stjórnin boðar ST frá at Føroyar eru samrunnin partur av Danmark, og at skulu vit broyta hesa støðu føroyinga, er neyðugt við grundlógarbroyting.
Nær hevur Føroya fólk atkvøtt fyri tí donsku grundlógini og treytaleyst undirgivið seg danskt vald?
Eisini hetta skyldar løgmaður at greiða fyri føroyska fólkinum.
Føroya fólk og danska grundlógin?
Løgmaður førir fram, at nú er leyst og liðugt hjá føroyska fólkinum at gera av, hvussu vit vilja skipa okkum í framtíðini, men hann greiðir ikki frá tí veruleika, at áðrenn uttanríkispolitisku heimildarlógirnar vórðu samtyktar í summar, kundu føroyingar sjálvir avgera framtíð sína, tí Føroya fólk ongantíð hevur atkvøtt seg inn undir donsku grundlógina.
Tað var okkara styrki sum fólk og trygdin fyri at føroyska tjóðin kundi skipast einsíðugt, altso tá føroyingar við fólkaatkvøðu avgjørdu tað.
Eftir at uttanríkispolitisku heimildarlógirnar vóru samtyktar á Føroya Løgtingi í summar, skulu danir nú eisini avgera framtíð okkara, tí nú skulu tvey donsk fólkating og ein donsk fólkaatkvøða til fyri at lima okkum út úr »kongaríkinum Danmark« og teirri donsku grundlógini.
Føroyingar fullspottaðir?
Uttanríkispolitisku heimildarlógirnar vóru eitt ófatuliga stórt afturstig fyri føroyskt sjálvræði, men nú eru vit eisini fullspottað, tí hetta afturstig sum hendi í summar, verður nú eisini boðað ST. Tað vil siga, at nú er hetta ikki longur ein spurningur millum Føroyar og Danmark, men eisini millum Føroyar og allan heim.
Allur heimurin verður gjørdur kunnugur við, at Føroyar eru samrunnin partur av Danmark og er undirgivin donsku grundlógina.
Eitt brot í frágreiðingin til ST er soleiðis orðað:
»This means that it will not be possible under the Constitution for individual parts of the Realm to be granted independent competence on these affairs.
A Constitutional change would therfor be required for the Faroes to be entitled to act on its own behalf in international affairs.«
Í donsku viðmerkingunum stendir brotið soleiðis:
»Som det fremgår af Danmarks Riges Grundlovs § 19, stk. 1, handler kongen (regeringen) på rigets vegne i mellemfolkelige anliggender. Heri ligger, at enkelte dele af riget efter grundloven ikke vil kunne tillægges selvstændig kompetence i disse anliggender.
Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender.«
Hvar var Føroya løgmaður, tá hetta hendi? Hví talaði hann ikki at og kravdi, at føroysku viðmerkingarnar vóru sendar ST? Røkti hann á besta hátt føroysk áhugamál og tryggjaði føroysku tjóðini einar dyr til framtíðina? Helt hann stýriskipanina? Og virdi hann demokratisku mannagongdirnar í landinum?
Mótmæli at rættindi hjá Føroya fólki vera avreidd
Føroya fyrrverandi og núverandi løgmenn kappast at vissa fólki um, at lykilin til fullveldi er settur í úthurðina, men hvørgin hevur varnast, at lykilin, sum er settur í hurðina, er púrasta rundur og als ikki er útgjørdur at lata nakrar dyr upp, men heldur hinvegin, er settur í so ikki slepst útum við egnari megi.
Undirritaða mótmælir harðliga slíkari viðferð av Føroya fólki og teimum rættindum, sum til eina og hvørja tíð einans liggja í hondunum á fólkinum her býr. Hesi rættindi at skipa okkum sum sjálvstøðug tjóð í altjóðasamfelagnum, kunnu á ongan hátt flytast inn undir donsku grundlógina uttan at fólkið verður eftirspurt. Alt annað er óvirðiligt, ódemokratiskt og uttan virðing fyri fólkaræðinum.
Vestmanna á trettanda 2006
heidi.petersen@skulin.fo










