Tíðliga í morgun fór løgreglan av húsum eftir einum manni í Havn, sum var so drukkin, at hann visti ikki, hvar hann búði.
- Vit fingu eina fráboðan frá fólki, sum høvdu sæð mannin, og tey hildu, at bestu ráðini vóru at ringja eftir okkum.
Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Maðurin, sum ikki er føroyingur, var so drukkin, at hann visti ikki at siga, hvar hann búði.
Tí varð hann tikin við inn á støðina at sova rúsin av sær, so tað ikki gjørdist galin endi hjá honum úti á alfaravegi.
- Vit funnu út av, hvør arbeiðsgevarin hjá honum er og settu okkum í samband við hann.
Vaktleiðarin visti at siga, at maðurin slapp út aftur, tá hann var vaknaður og var so frægur, at hann kundi finna heimaftur.