Ein heldur sjáldsamur gestur er í dag á vitjan á Vatninum í Vági.
Talan er um eitt svanapar, men tað sjáldsama er, at tann eini svanurin er svartur. Hetta er heldur óvanlig sjón á okkara leiðum.
Hin svanurin er hvítur.
Tað er púra vanligt at síggja svan á Vatninum í Vági, men at ein svartur er teirra millum er nokk ikki hent ofta.
Naturstyrelsen í Danmark skrivar m.a. um svartan svan, ið hevur latínska navnið Cygnus atratus, at hetta er einasta svanaslag, ið er svart. Slagið verður ikki mett at hoyra heima í Danmark, og verður tí roynt at bera so í bandi, at teir ikki gerast fleiri í tali, so náttúrliga javnvágin verður órógva.
Svarti svanurin hoyrur náttúrliga heima í Australia.










