Tróndur í Gøtu kom um midnáttarleitið fríggjakvøldið til Fuglafjarðar við umleið 2000 tonsum av svartkjafti til Havsbrún. Skipið hevur fiskað einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi – í einum øki, sum liggur umleið 60N og 5V.
Havsbrún seinastu tíðina fingið væl av fiski til sína fóðurframleiðslu, tí áðrenn Tróndur í Gøtu slapp framat at landa, skuldu landararnir á Havsbrún fyrst landa veiðina hjá Jupiter, síðan veiðina hjá Christiani í Grótinum - og at enda veiðina hjá Tróndi í Gøtu.
Heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu visti fríggjadagin at siga, at svartkjaftur enn er í føroyskum sjógvi, tó at nøgdirnar nú ikki eru so stórar longur. Haraftrat hevur veðrið eisini darvað svartkjaftafiskiskapinum í seinastuni.