Samlaðu ráfiskanøgdirnar, sum vóru seldar á Fiskamarknaði Føroya í morgun, vóru smáar, sløk 20 tons tilsamans. Av hesum vóru nøkur fá tons av toski, mest av toski 3, sum fekk miðalprísin 12,83 krónur fyri kilo.
Bert heilt smáar nøgdir vóru av hýsu, kanska eitt tons tilsamans. Hýsa 2 og hýsa 3 fingu miðalprísin 17,10 og 17,20 krónur fyri kilo.
Størsta nøgdin á marknaðinum í morgun var svartkalvi, umleið 13 tons tilsamans. At kalla allur svartkalvin fór fyri miðalprísin 34,85 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya í morgun 19,6 tons av fiski, sum fóru fyri eina góða hálva miljón krónur. Hetta svarar til ein samanlagdan miðalprís á 26,61 krónur fyri kilo.