Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 23,8 tons av fiski fyri stívliga 547.000 krónur. Hetta hevur ein samanlagdan miðalprís á 22,98 krónur fyri kilo.
Størstu einstøku nøgdirnar á søluni í morgun vóru toskur, hýsa og svartkalvi.
Mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 16,26 krónur fyri kilo - og toskur 3, sum næst mest var av, fekk 19,41 krónur fyri kilo.
Hýsa hevði góðan prís á marknaðinum í morgun. Mest var av hýsu 3, sum fekk miðalprísin 22,75 krónur fyri kilo - og hýsa 3 fekk miðalprísin 22,52.
Svartkalvi hevði eisini rættiliga góðan prís í morgun. Allar støddirnar, svartkalvi 1, 2 og 3, fingu nevniliga miðalprísin 51,51 krónur fyri kilo.