Ivan Eginsson, Valby
Fyri stuttum bórust tíðindini um, at ein fólkaatkvøða um loysing fra Beograd verður hildin í tí allarsíðsta fyrrverandi jugoslaviska lýðveldinum, ið enn er saman við Serbia í einum ríkisfelagsskapi. Um loysingin og frælsið verða veruleiki, fer hetta sjálvsagt at merkja, at landið gerst meira sjónligt á altjóða pallinum - eins og verður navn tess nevnt í teimum føroysku fjølmiðlunum oftari, enn tað er í dag.
Nógvir føroyingar kalla í dag hetta landið fyri Montenegro. Eg má viðganga, at hetta skurrar illa í oyrunum. Ikki tí, Montenegro er eitt fínt orð í sær sjálvum - hetta er bara so óføroyskt, sum tað kann vera.
Tað áhugaverda við hesum orðinum er, at tað heldur ikki er nýtt í sjálva landinum, ið umrøtt er í hesari greinini. Fólkið har niðri nýtir eina dialekt av serbiskum og kallar land sítt Cerna Gora (ella Tjerna Gora við føroyskari stavseting). Hetta merkir Svarta Fjall. Navnið Montenegro merkir nevniliga just tað sama - Fjall Svarta - men tað er heldur nýtt í teimum latínsku málunum, til dømis í italskum. Tey latínsku málini eru als ikki tosað millum fólk í tí umrødda landinum. Umvegis italskt og latín er navnið Montenegro onkursvegna komið í enskt og danskt - og nú eisini føroyskt.
Føroyingar siga til dømis Fílabeinsstrondin - og hetta er eisini tað rætta føroyska navnið fyri afrikanska landið. At kalla Svartafjall á føroyskum "Montenegro" er akkurát tað sama, sum at siga og skriva á føroyskum "Ivory Coast" (enskt) ella "Costa dAvorio" (italskt) - og ikki Fílabeinsstrondin. Vónandi skilja tey flestu hesa samanberingina.
Eg fari við hesum at heita á Føroyamálsdeildina á Frøðskaparsetrinum, eins á teir føroysku fjølmiðlarnar, at nevna tað nýggjasta frælsa evropeiska landið (um loysingin frá Serbia verður gjøgnumførd) Svartafjall (óbundið) ella Svartafjallið (bundið) ella Svartfjallaland, um føroyingar vilja nýta føroysku týðingina av navni landsins - ella Tjerna Gora, um føroyingar velja at kalla landið á upprunamáli tess - men ikki Montenegro! Íbúgvar og borgarar í landinum skulu eitast á føroyskum svartfjallafólk (svartfjallamaður, svartfjallakvinna) ella tjernogorar - ikki montnegrinar, montenegarar ella kanska montenekarar&
Tað er annars altíð áhugavert at lesa stuttar og greiðar viðmerkingar hjá Eyðuni á Borg um málfrøðisligar spurningar í føroyskum. Eg vil takka honum og eisini Johnny Thomsen um seinastu viðmerkingar teirra viðvíkjandi føroyskari stavseting av landinum Ukraina - har má ein viðurkenna, at Johnny hevði rætt. Navnið Ukraina er tó neyvan komið beinleiðis úr donskum - danir skriva nevniliga Ukraine, meðan Ukraina ljóðar heldur meira føroyskt, umframt at tað eisini er nýtt í teimum slavisku málunum.