Svarta stríðskvinnan við gula banandansinum

Heimurin er ikki svartur og hvítur. Hetta vildi hin unga dansarinnan Josephine Baker prógva, tá hon við nakindansi og øðrum ósømiligheitum skapti øsing og kjak í vesturheiminum í 20'unum og fram

Á pallinum dansar ein ung og vøkur svørt genta hulabanduladans til bongo­jazz. Við víðopnum, argandi eygum og sleiktum dreingjahári. Hon er nakin, og um lendarnar hongur eitt bast við gulum bananum og darlar til rútmisku rørslurnar. Og fólk eru á gosi.
Árið er 1926 og staðið er París. Og hetta er kollveltandi og óhoyrt, tí hon er kvinna og svørt og nakin. Men tí­betur í París og ikki í heim­landi hennara USA, har skiln­aðurin millum rasurnar er so hjølfestur, at nakni banandansurin hevði ikki gingið ann. Har, eins og í Europa skapar hon øsing í meirilutans trongu heimsfatan. Men, í Europa, verður hon eisini móttikin við opnum ørmum, sum eitt eksot­iskt natúrbarn, eitt dekadent listar­ligt innslag í ment­anar­radikala um­hvørvinum. Í einum tíðarskeiði við »funkis, frísinni og fascismu«, sum onkur hevur nevnt hetta spennandi remb­ingar­tíðarskeiðið mill­um kríggini bæði.

Onki er svart og hvítt
Søgan um Josephine Baker er søgan um ungu, svørtu dansarinnuna, sum ikki vildi góðtaka, at heimurin var svartur og hvítur. Hvørki tá umráddi rasu, sexualitet ella kyn. Við Gudsgivnu dansi- og sang­gávum sínum gekk hon sínar egnu og øðrvísi leiðir í stríðnum fyri javn­rættindum millum menniskju, og kom á hendan hátt á tal við allan tann modernaða heimin.
Fødd og uppvaksin í Missouri í USA. Mamman svørt, pápin hvítur, men ókendur. Í heimlandinum var fíggjar­ligur ótryggleika, rúsdrekkaforboð og rasu­skilnaður. Og als ikki pláss fyri einari ungari, svartari lista­kvinnu, sum vildi nak­að meira við lívinum, enn tað, sum henni var lutað til í dópsgávu í Guds út­valda landi.
Longu sum 12 ára gomul gavst hon í skúl­anum, so hon kundi sleppa at dansa. 14 ára gomul ferðaðist hon runt í landinum við ymsum svørtum dansi­bólkum, og sum 17 ára gomul, í 1923, endaði hon í dreymabýnum New York, á sjálvum Broadway.
Men hon vildi ikki taka til takkar við at spæla »blackface«, sum var einasti leikluturin fyri litt og svørt fólk í USA. Rasuskilnaðurin, segregationin, loyvdi ikki svørtum at standa á palli. Bert um tey vórðu málað svørt og parodieraðu »nekaran«, so áskoð­ar­arnir hildu, at tey vóru hvít í veru­leikanum.

Vann avantgarduna
So evnaríka dansarinnan leitaði sær út um land­oddarnar og bergtók eftir ong­ari tíð mentanarháborgirnar París og Berlin. Har gjørdist hon skjótt mið­depilin í avantgardistiska lista­umhvørv­inum í seinnu helvt av 20'unum, serliga eftir víðagitna banandansin á Folies-Bergères í Paris.
Tann nú heimskenda dansarinnan bleiv eisini partur av danska mentanar­umhvørvinum, tá hon varð gestadansari á Dagmarteatrinum í Keypmannahavn summarið 1928.
Eins og aðrastaðni vórðu roynd­irnar at steðga henni gjørdar til skamm­ar í Danmark, tí navnframir mentanar­persónar tóku hana til sín og talaðu henn­ara søk. Eitt nú skrivaði gitni dan­in, Poul Henningsen, í Politiken »Um til ber at læra at vera natúrlig, áttu møður at sent døtur sínar í læru hjá Josephine Baker.«
Í mun til USA var ongin sunduskiljing millum svørt og hvít í Europa, tí her vóru so fá svørt. Ikki harvið sagt, at racisman ikki ráddi fyri borgum í Europa, tí tað gjørdi hon. Men her kundi hon upptraðka sum Josephine Baker, uttan at verða málað svørt!

Djørv og syrgilig parodi
Fyri Josephine Baker var aðalmálið ikki at undirhalda, men at lata upp eyguni á teim­um, sum tvíhildu um rasuskilna og aðra menniskjakúgan.
Hetta gjørdi hon eisini við at lut­taka í kjaki og blaðskriving, tá tað lá fyri. Í blaðgrein frá summarinum í Keyp­mannahavn skrivar hon: »Gævi satt, at framkomni heimurin einaferð megnar at drepa rasuhatrið og loyvir øllum rasum at tráast eftir vakurleika.«
Kynstrið, sum Josephine Baker meistr­aði fram um onnur var, at hon skilti og brúkti eintáttaðu ímyndinar um ras­urnar og teirra eyðkenni, í listini. Hon var so­mikið rúmlig, at hon visti, at við at yvir­spæla stereotypurnar, kundi hon vera við til at bróta tær niður.
Til dømis í banandansinum, har hon spælir primitiva ímyndin av fría og villa, sexuelt óspilta upprunafólkinum í ur­skóginum. Á siviliseraða pallinum dansar hon spillnakin runt við eksot­isk­um, falliskum eftirgjørdum banan­um. Ein djørv, og eisini syrgilig, parodi.   
Í dag kanska eitt sindur naivt, men nýskapandi í samtíðini.

Ættleiddi 12 børn
Hesi árini fekk Josephine Baker eisini stóra undirtøku sum fotomodell og films­stjørna í Fraklandi. Í 1937 gjørdist hon franskur statsborgari, og undir 2. heims­kríggi var hon virkin í fronsku mót­­støðurørsluni, millum annað sum njósnari. Sagt varð, at týsku her­menn­irnir gjørdust so hugtiknir av henni, at hon ótarnað slapp tvørtur um øll landa­mørk við loyniligum skjølum. Fyri hetta avrik varð hon stórliga heiðrað av fronsku stjórnini eftir krígslok.  
Í 50'unum og 60'unum gjørd­ist hon virkin í amerikanska borgara­rætt­­inda­rørsluni, og gekk, saman við vin­fólk­unum Martin Luther King Jr. og kon­uni Coretta Scott King, á odda fyri einari »ikki harðskapsleið« til tess at avtaka rasu­skilnaðin í suður­stat­unum.
Um sama mundið fór hon eisini undir eina aðra forvitnisliga verkætlan: At ætt­leiða børn úr ymsum londum við yms­um liti og uppruna. Tey 12 børnini búðu saman við henni á slottinum, Les Milandes, sum eisini var karmur um felags­skapin »Barnanna ST«. Enda­mál­ið við hesum var at prógva, at fólk við ym­iskum uppruna kunnu liva friðar­­liga saman í sátt og semju.
At fíggja »ælabogafamiljua«, sum hon rópti hana, skipaði Josephine Baker stórslignar konsertir kring Europa í 50'unum og 60'unum. Har upptraðkaði hon í upplýstum stjørnudusti við tekk­ilig­um kjólum, glitrandi pailettum og tøl­andi fjaðrum – sum ein sonn, men eisini sterk, diva.