Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Finnur Helmsdal, løgtingsmaður setti í opnum brævi, sum var at lesa í bløðunum tann 6. januar í ár, undirritaða landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum fyrispurning um møguleikarnar ella rættin hjá føroyingum at fáa ískoytispensjón fyri tíðarskeið, ein hevur arbeitt í Svøríki, Noregi ella øðrum norðurlandi. Um svarið varð játtandi, ynskir Finnur Helmsdal harumframt at vita, um Almannastovan kunnaði nóg væl um henda møguleika.
Finnur Helmsdal setti spurningin av tí at tað í Danmark er komið fram, at rættiliga fáir danir hava fingið tað, teir hava havt rætt til í hesum sambandi, tí teir, sambært Finni Helmsdal, verða ov illa kunnaðir um rættindi teirra.
Í stuttum er svarið, at fc. Alt hetta verður greitt gjøllari frá niðanfyri.
Rætturin til pensjón
Í øllum norðurlondum er pensjónsskipanin bygd upp við eini grundpensjón og eini ískoytispensjón (ella arbeiðspensjón), ið eru lógarfestar. Grundpensjón svarar til okkara fólkapensjón (grundupphædd og viðbót). Ískoytispensjónin kann samanberast við arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, Samhaldsfasti hjá okkum. Tó bara á tann hátt, at allir løntakarar og arbeiðsgevarar gjalda inn í grunnin. Útgjaldstreytir og útgjaldsupphæddir kunnu ikki samanberast.
Útgjaldið í hinum norðurlondunum er ikki treytað av, at tú býrt í viðkomandi landi. Hevur tú arbeitt ávíst minstatíðarskeið (1 ár) í landinum, hevur tú rætt til útgjald av innvunnari ískoytispensjón. Útgjaldsupphæddin er treytað av innvinningartíð og inngjaldi.
Í einstøkum norðurlondum (t.d. Svøríki) minkar grundpensjónin tá ískoytispensjónin veksur. Í Noregi og Danmark (ATP) ávirkast grundpensjónin ikki av ískoytispensjónini.
Føroyingar, sum fara í onnur norðurlond at arbeiða, vinna rættin til ískoytispensjón frá viðkomandi landi, tá teir hava starvast í samanlagt 1 ár, grundað á inntøku frá fyrsta degi.
Uppspard pensjónstíð verður roknað í 40.-partum, tí at ein persónur hevur rætt til fulla pensjón í Føroyum um so er, at viðkomandi hevur verið búsitandi í danska ríkinum í 40 ár eftir at vera fyltur 15 ár. Tað eru 52 ár millum 15 og 67 ár. Sostatt ber í mesta lagi til at vinna rætt til 12/40 afturat føroysku pensjónini, uttan at hetta ávirkar føroysku pensjónina.
Møgulig pensjón (grundpensjón og ískoytispensjón) frá einum øðrum norðurlandi verður útgoldin frá arbeiðslandinum. Sum er, eru nógvir føroyingar, sum fáa pensjón, herundir ískoytispensjón, frá einum øðrum norðurlandi, uttan at tað ávirkar føroysku pensjónina.
Er talan um privata (sáttmálabundna) eftirlønarskipan, sum arbeiðstakarin/arbeiðsgevarin rinda í arbeiðslandinum, er tað vanliga tann stovnurin, sum umsitur hesa pensjónsskipan, sum kunnar sínar limir og ger vart við rættindi og skyldur.
Kunning
Ein av spurningunum á umsóknarbløðunum hjá Almannastovuni um fólka- og fyritíðarpensjón er, um ein hevur havt bústað uttanlands, t.v.s. uttan fyri danska ríkið aftaná 15. árið. Umsóknarblaðið verður nú broytt, fyri at nágreina spurningin um arbeiðið uttanlands, og verður spurningurin um bústað uttanlands tá broyttur til, um umsøkjarin hevur havt bústað og/ella arbeitt uttanlands.
Almannastovan hevur faldarar um fyritíðar- og fólkapensjón, har kunnað verður um møguleikan fyri pensjón úr øðrum norðurlandi, um ein hevur havt bústað/arbeiði har.
Í kunningarritinum, sum sent varð í hvørt hús í Føroyum seinasta heyst, verður møguleikin nevndur.
Á heimasíðuni hjá Almannastovuni verður kunnað um arbeiði uttanlands, men bert um møguleikan at sleppa undan at rinda til sosialu skipanirnar í arbeiðslandinum. Orsøkin til at fólk ynskja at verða undantikin fyri at rinda hesi gjøld er, at talan er um rættiliga nógvan pening. Men tey, sum venda sær til Almannastovuna hesum viðvíkjandi, verða eisini kunnað um, at tey samstundis frásiga sær rættin til m.a. pensjón frá arbeiðslandinum seinni í lívinum. Kunning um hetta verður lagt út á heimasíðuna í næstum.