Svanur skipar fyri Svana-Cup

Leygardagin 31. oktober skipar ítróttarfelagið Svanur fyri Svana-Cup í Løkshøll í Runavík.

Leygardagin 31. oktober klokkan 11 skipar ítróttarfelagið Svanur fyri Svana-Cup í Løkshøll í Runavík.

 

Fýra boccia-kappingar verða á skránni, og tær eru 1. kvinnur við menningartarni, 2. menn við menningartarni, 3. kvinnur og menn við rørðslutarni og 4. áskoðarar.

 

Í ítróttarfelagnum Svani verður sagt, at tey, sum ynskja at luttaka í kappingunum, skulu boða frá luttøku á svanur(at)svanur.fo

 

Lagt verður aftrat, at Boccia er eitt bóltspæl, sum er spennandi, og sum øll kunnu verða við í - uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni.