Svanna og Barbara vunnu á ólavsøku

Nógv fólk var oghugdi at kappríðing ígjár

Sum vant varð kappríðing á ríðibreytini í gjár og Ríðisambandið sigur, at nógv ross vóru við, og tað var eisini fitt av áskoðarum.

Tey væntaðu eina spennandi kapping, og tað sum tað oftast er mest spenningur um, er Tvíspor fyri ung og ikki minst, Tvíspor l. flokkur.

Seinasta ár vann Silfa við Ásu Bárðadóttir ein tryggan sigur í kappingini fyri Tvíspor hjá ungum, men í ár hevur hon av álvara fingið kapping frá Urd við Silju G. Eystberg á baki. Urd vann við leynavatn og aftur hesuferð vann hon ein rættiliga tryggan sigur, Urd hevði tíðina 17,91, Silfa á øðrum plássi hevði tíðina 18,63 og Beinta Niclasen á Blíða gjørdist nummar trý. 

Marengo vann við Leynavatn í ár, men var ikki við í gjár vegna skaða. Tískil skuldi nýggjur vinnari finnast og tað vóru tríggir kandidátar til at vinna ólavsøkukappingina, nevniliga Smári við Bárði Johannsen á baki, fyrrverandi føroyameistarin, Svanna, við Barbaru Chaparro á baki, og so FM vinnarin 2019 við eigarinum Onnu Magnusen á baki. 

Tá riðilin byrjaði, sást at Smári ikki heilt kláraði at fylgja við hinum, tí bæði Svanna, og Freyr, fingu ein góðan start.

Svanna og Freyr fylgdist væl tað fyrsta strekkið, men sum tey nærkaðist málinum, fór Svanna so líðandi undan og hon vann at enda ein tryggan sigur.

Ríðisambandið sigur, at tað var ein flottur sigur til Barbaru Chaparro og Svannu. Tey høvdu tíðina 34,08, Freyr hevði tíðina 34,70 og Smári hevði tíðina 35,89.

Á hinum greinunum vóru hesir vinnararnir. Tølt: Brynjar við Regini Johannessen á baki. Skeið: Syrpa við Bárði Johannesesen á baki. Trav: Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki. Tvíspor annar flokkur: Spirit við Bergfríð Lassen á baki.