Um Svanholm Singers verður stutt greitt frá, at talan er um manskór út um tað vanliga. Tjúgu ungar vælmýktar mansrøddir mynda ein “sound”, sum ber á nýggjar leiðir innan svenska kórsiðvenju. Við sínari undrunarvert nákvæmu tónásetan og sínum dynamiska ljómi letur kórið upp fyri nýggjum dimensjónum innan kórtónleikaheimin.
Við Sofia Söderberg Eberhard sum leiðara fremja Svanholm Singers nýskapandi konsertir við sterkum boðskapi, ið ber við hjá menniskjum i øllum aldrum. Síðan byrjanina í 1998 hevur kórið fimm ferðir verið á konsertferðum í Japan, hevur vunnið fleiri altjóða kórkappingar í Europa, lagt eftir seg fimm diskar og givið sínum áhoyrarum nýggja mynd av, í hvussu stóran mun kórsangur kann gleða, hugfanga og vekja djúpar kenslur.
Sofia Söderberg Eberhard hevur verið leiðari hjá Svanholm Singers síðan á heysti 2001. Hon nam sang, klaver, orgul og kórleiðslu á tónleikaháskúlanum í Malmö og barokkcello við Kungliga musikhögskolan í Stockholm. Hon er viðurkend sum ein av fremstu kórleiðarum í Svøríki og hevur vunnið fyrstu dirigentvirðislønir á “VII Festival Corale Orlando di Lasso” í Rom (2000), “Hora Cantavi” í Pollandi (2002) , “Fourth International Madetoja Competition” í Finnlandi (2005) og á “45th Seghizzi Concorso Intermazionale di Canto Corale” í Italia (2006). Hennara tulkingar av kórtónleiki saman við Svanholm Singers hava veitt teimum hópin av heiðurslønum.