Klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl í 27. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini. Tá eru fýra dystir á skránni.
Tann fimti – í Gundadali millum B36 og NSÍ – varð spældur fríggjakvøldið. NSÍ vann 4-2 eftir 3-0 í hálvleikinum. Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á fimta plássi. Um HB vinnur ímóti Suðringum í dag, so vinnur HB fimta plássið aftur.
Spurningurin er, um tað fer at eydnast B68 at flyta upp. Toftamenn fáa vitjan av ÍF, og tað kann vísa seg at hava týdning, hvussu stórur heimasigurin verður.
AB, sum fyri langari tíð síðani er flutt upp, skal spæla í Klaksvík, har heimaliðið fer at spæla fyri at vinna bronsukrónurnar. Um KÍ fær stig, vinnur liðið bronsumerkini, og so flytur B68 ikki upp. Um AB vinnur, so verður møguleikin hjá B68 at flyta upp treytaður av málmuninum sammett við KÍ, sum undan síðsta umfari er fjúrtan mál betri enn B68.
KÍ-AB: Bjarki Danielsen kl. 12.30
Víkingur-Giza Hoyvík: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 12.30
B68-ÍF: Áron S. Vest kl. 12.30
HB-Suðringar: Rani A. Skaalum kl. 12.30
Fríggjakvøldið
B36-NSÍ: 2-4 (0-2)
0-1: Aron Knudsen 5.
0-2: Mórits Heini Mortensen 12.
0-3: Steffan A. Løkin 56.
1-3: Gilli Samuelsen 61.
2-3: Gilli Samuelsen 68.
2-4: Aron Knudsen 89.
Støðan undan 27. umfari
AB 64
Víkingur 50
KÍ 46
B68 43
NSÍ 39
HB 36
Giza Hoyvík 35
Suðringar 31
B36 27
ÍF 0
NSÍ og B36 hava spælt 27 dystir og hini liðini 26 dystir.










