Svam og gekk úr Akrabyrgi til Kirkju

Fyri 25 árum síðan.

Í hesum døgum eru 25 ár liðin síðan havnarmaðurin Sigurð L. Lamhauge gjørdi tað bragd, at hann gekk og svam úr Akrabyrgi í Suðuroy til Kirkju á Fugloy.


Ferðin byrjaði í Akrabyrgi mikudagin 7. august kl. 10.00, og hann kom til Kirkju týskvøldið 13. august kl. 20.30. Ferðin var góðar 200 kilometrar, umleið 85 á sjónum og 120 á landi.


Sigurð segði á tíðindafundi hósdagin 1. august, áðrenn hann gjørdi bragdið, at tað var ikki tí, at hann hevði veddað við nakran, ella at hann ætlar sær í metbókina hjá Guinness. Einasta endamálið er, at eg vil prógva yvir fyri sær sjálvum, at tað ber til at fara úr Akrabyrgi til Kirkju uttan at brúka vegir, berghol ella bát, men bert armar og bein. Sigurð var 22 ára gamal, tá hann framdi bragdið.


Skipað varð fyri stórfingnari móttøku fyri Sigurði í ÍSF-húsinum í Gundadali.