Svalbard - oyggin hjá teimum frísku

Tað er ikki loyvt at doyggja í Longyearbýnum á Svalbard. Sjúk og gomul verða send burtur, tí skuldi tað hent, at fólk doyggja, vil eingin jarða tey á oynni Tað skrivar BBC í eini ferðavinnugrein, sum eisini kemur til ta niðurstøðu, at tað hvørki er loyvt at doyggja, gerast gamal ella sjúkur á Svalbard.

Irena Gustafsson, sum starvast á ferðavinnuskrivstovuni á Svalbard, váttar yvirfyri dagbladet.no, at tað, sum BBC skrivar, er rætt.

- Ja, tað er rætt, at vit hava eina reglu, sum sigur, at fólk ikki skulu doyggja her. Tað er ikki heppið at jarða fólk her uppi, tí permafrostið trýstir tey deyðu uppaftur úr jørðini. Fólk, sum doyggja á Svalbard, verða send aftur til heimlandið.

Hon sigur, at alternativið sjálvandi er líkbrenning, og tey fastbúgvandi kunnu søkja um, at jarðisku restirnar av teimum soleiðis kunnu jarðast á oynni.

- Men tað eru fá, sum søkja um henda møguleika, leggur Irena aftrat.

Nakrir pensjónistar búgva á Svalbard, men oyggin hevur ikki ráð til at røkta hvørki gomul ella sjúk. Sama er við mammum, sum eru við barn.

- Sjúkrahúsið er ikki útgjørt til at taka ímóti børnum heldur. Reglurnar eru tí, at kvinnur, sum eru við barn, skulu inn á meginlandið tríggjar vikur fyri føðing. Og tó. Tað skerst ikki burtur, at nøkur børn kortini verða fødd her uppi, sigur Irena Gustafsson.

Umleið 2500 fólk búgva á Svalbard, sum eisini er kend fyri sínar ísbjarnir.