Svøríki váttar fyrsta tilburð av coronasmittu

Ein kvinna, sum fyri eini viku síðani ferðaðist til Svøríki frá Wuham, er fyrsti váttaði tilburðuin av coronavirus í Svøríki.

Svøríki hevur fingið sín fysta tilburð av coronasmittu. Tað váttar svenski Folkhälsomyndigheten – svenska heilsustýrið nú í fráboðan til miðlarnar.

Sjúklingurin er innlagdur á eitt sjúkrahús í Jönköping í Småland í landsynningspartinum av landinum.

Tað snýr seg um eina kvinnu, sum hevur vitjað í Wuhan í Kina, har virusið á fyrsta sinni var funnið. Hon fekk sjúkueyðkenni upp á smittu, nakrar dagar eftir at hon var komin aftur til Svøríki fyri eini viku síðani.

– Tað er ikki óvæntað við einum einstøkum tilburði, tá hugsað verður um, hvussu nógv vit ferðast, so hesum høvdu vit roknað við kundi henda, sigur Karin Tegmark Wisell, sum er deildarleiðari í heilsustýrinum.

– Líknandi tilburður eru eisini funnir í øðrum londum, sigur hon.

Svensku heilsumyndugleikarnir hava greinað royndir frá umleið 20 fólkum, sum hava víst sjúkueyðkenni upp á smittu, eftir tey hava vitjað í Kina.

/ritzau/