Svenski ákærumyndugleikin krevur Wikileaks-stovnaran Julian Assange fongslaðan í fráveru.
Tað skrivar ákræumyndugleikin í tíðindaskrivi í morgun.
Í síðstu viku gjørdi Svøríki av at uppafturtaka eitt neyðtøkumál ímóti Assange.
– Eg krevji, at tingrættuin skal fongsla Assange í sín fráveru mistonktan fyri neðytøku, skrivar vararíkisadvokaturin Eva-Marie Persson í einum tíðindaskrivi.
– Um tingrætturin ger av at fongsla hann, fari eg víðari við at senda út eini evropiskan handtøkuboð, har biðið verður um at fáa hann útflýggjaðan úr Bretlandi til Svøríkis.
Wikileaks-stovnarin situr í løtuni í einum bretskum fongsli. Her er hann í ferð við at sita ein dóm upp á 50 vikur fyri at bróta treytirnar fyri leyslating ímóti kautión.
/ritzau/TT