Tá nýggjárið verður hátíðarhildið, fara kirkjuklokkurnar í teimum 13 dómkirkjunum í Svøríki at ringja samstundis í tíggju minuttir. Tað verður gjørt fyri at minnat tey, sum eru deyð undir koronukreppuni.
Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
– Talan er um eitt heilt serligt ár, sum endar, sigur Antje Jackelén, erkabiskupur, í tíðindaskrivi.
Kirkjuklokkurin fara at ringja klokkan 18 nýggjarársaftan.
Síðani virussið á fyrsta sinni var skrásett í Svøríki eru 8.279 fólk deyð við koronuvirus.
396.048 sviar av einum fólkatali upp á góðar 10 milliónir, hava verið staðfest positiv við virusinum.
Sambært TT er tiltakið eisini ein møguleiki at minnast tey, sum vegna koronuavmarkingar ikki kundu vera saman við sínum nærmastu, innan tey doyðu.
Jarðarferðir og minningarhald hava verið avmarkað undir kreppuni.
Og tað fer at halda fram í 2021, vísir biskupurin á.
– Stríðið ímóti virusinum og mutatiónunum fer at halda fram í 2021 og krevja áhaldni, sigur Antje Jackelén.
Eftir at Svøríki í rúma tíð hevði aðra tilgongd til stríðið ímóti koronu enn onnur lond, varð hetta broytt í november, tá smittutalið hækkaði ógvusliga.
Síðani hevur stjórnin tikið størri stig fyri at steðga smittuspjaðing, millum annað við at avmarka hvussu nógv fólk kunnu vera saman.
Stutt fyri jól vóru starvsfólk hjá landi og regiónum send heim til 24. januar, og á matstovum er nú bannað at veita alkohol eftir klokkan 20.
/ritzau/