Upprunaliga ætlaðu Svøríki og Noreg at senda eina felags umsókn um at sleppa at hýsa EM-endaspælinum í fótbólti í 2016. Men hvørki norska ella svenska fótbóltssambondini fingu grønt ljós frá ríkisstjórnunum í Oslo og Stockholm, og tí hava NFF og SVFF tikið umsóknina um at hýsa EM-endaspælinum í 2016 aftur.
EM-endaspælið í 2016 verður nú ein dystur millum Turkaland, Italia og Frakland.
Men svenska og norska fótbóltssambandið hava nú sett sjóneykuna á EM-endaspælið í 2020. Svensku og norsku fótbóltssambondini eru sannførd um, at talan kann gerast um eina verkætlan, sum kann geva yvirskot. NFF og SVFF eru eisini samd um, at inntøkurnar av einum EM-endaspæli fer at verða væl hægri enn útreiðslurnar.
Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Sondre Kåfjord staðfestir, at viljin til at søkja um at hýsa EM-endaspælinum í 2020 er til staðar, men at umsóknin krevur fleiri viðspælarar. - Fyrst og fremst er tað neyðugt, at politiski viljin í Svøríki og Noregi er til staðar, um vit skulu hava nakran møguleika í dystinum um at sleppa at hýsa EM-endaspælinum í 2020, staðfestir Sondre Kåfjord, sum fær fullan uppbakkning frá formanninum í svenska fótbóltssambandinum,
Lars-Åke Lagrell.










