Svøríki: Nógv mannalív kundu verið spard

- Svøríki hevði havt 75 prosent færri smittutilburðir undir fyrstu bylguni, um landið var farið niður í ferð, siga týskir granskarar.

 

Ein nýggj kanning, sum týskir granskarar hava gjørt, vísir, at Svøríki ikki hevði verið nær til so hart rakt undir koronu-farsóttini, um landið - eins og flestu onnur lond um okkara leiðir - hevði farið niður í ferð, tá fyrsta smittubylgjan rakti.

Sambært kanningini, sum er kunngjørd í Süddeutsche Zeitung og endurgivin í Expressen, hevði talið av deyðum eisini verið 40 prosent minni, enn tað bleiv. Kanningin snýr seg um fyrstu smittubylgjuna, sum rakti londini um okkara leiðir.

Svøríki hevði eisini havt 75 prosent færri smittutilburðir undir fyrstu bylguni, um landið var farið niður í ferð, eins og øll onnur lond í Vesturevropa gjørdu, siga teir tríggir granskararnir, Benjamin Born, Alexander Dietrich og Gernot Müller.

- Í staðin fyri 80.000 smittað undir fyrstu bylgjuni, hevði talið av smittaðum bert verið 20.000. Nú hevur Svøríki 973.604 skrásettar smittutilburðir, og fleiri enn 14.000 fólk eru deyð av - ella við - koronu. 

Granskararnir siga eisini í kanningini, sum fevnir um fleiri lond, at talið av deyðum í Svøríki hevði verið 40 prosent minni undir fyrstu smittubylgjuni, um landið hevði gjørt sum onnur lond í Vesturevropa.