Svøríki gjørdi einki við Frakland

Heimsmeistararnir tóku í kvøld stórt stig ímóti hálvfinaluni

Tað var leingi javnt og tætt, men tá ið tað restaði eitt korter tók at dragna, og so vann Frakland trivaligan 23-17 sigur ímóti Svøríki í fyrsta dystinum í miðumfarinum í EM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia.

Sigurin ber við sær, at Frakland hevur seks stig. Fronsku heimsmeistararnir við eru harvið á veg ímóti hálvfinaluni.

Merkisvert er tað, at Frakland stóð seg so væl, sjálvt um Nikila Karabatic longu í 23. minutti sá reyða kortið. Hann verður ofta roknaður av vera heimsins besti hondbóltsspælari, og hann verður roknaður at vera týdningarmiklasti spælarin av øllum hjá Fraklandi.

 

Svøríki hevur fýra stig, og møguleikin at vinna seg í hálvfinaluna er ikki heilt burtur. Um tað skal eydnast, so er treytin, at teir gulu og bláu vinna tveir teir síðstu dystirnar í miðumfarinum – ímóti Hvítarusslandi og Noregi.

Klokkan 19.30 bresta Kroatia og Noreg saman.