Svár bústaðarneyð hjá brekaðum

Bjarni Clementsen er leiðari á Serstovnadeildini, og hann sigur seg hava ein stóran bústaðartrupulleika at loysa, og tí verða grannarnir ikki eftirspurdir, áðrenn sambýli verða keypt

 

Bjarni Clementsen er ikki samdur við búfólkum í Smærugøtu. Hann vísir á, at tey brekaðu skulu hava eitt stað at búgva, og at tað er als ikki lætt at finna eini hóskandi hús í Havndini.

? Vit hava bjóðað uppá 4-5 hús í Havnini tað seinasta árið, men tað hevur ongantíð eydnast okkum at keypa húsini, tí altíð onkur hevur bjóðað yvir, sigur Bjarni Clementsen, sum sigur, at tey hava tørv á einum húsum at hýsa brekaðum, og tí mugu tey keypa. Bústaðartrupulleikin hjá teimum brekaðu skal eisini loysast.

Hann vísir á, at fá hús í Havn eru egnað til sambýli, tí tað krevst, at tey eru stór. Tá so ein møguleiki býðst, so mugu tey vera tilreiðar at keypa.

Spurdur um hann heldur tað vera rímiligt at leggja tríggjar stovnar í sama øki, sigur Bjarni, at hann heldur ikki, at hetta fólkaslagið eru serliga tyngjandi fyri grannalagið.

Hann er ikki samdur í, at teirra íbúgvar ovbyrja grannalagið, tá havt verður í huga, at tey ikki ganga nógv úti og spæla og annað. Fólk við álvarsomum atferðartrupulleikum hava vanliga hesar trupulleikar inni í sambýlinum, vísir Bjarni á.


Afturvendandi trupulleiki

Leiðarin á Serstovnadeildini vísir á, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, at fólk ikki vilja hava sambýli ella bústovnar í grannalagið. Vanliga royna tey at fáa samband við grannarnar og greiða frá, hvat málið snýr seg um. Eisini verða grannarnir bjóðaðir inn í húsini. Sum oftast leggja bylgjurnar seg aftur.

Bjarni er heldur ikki samdur í, at tað almenna er við til at trýsta prísirnar uppeftir. Hann vísir á, at øll hava rætt at bjóða uppá eini hús á privata marknaðinum, og húsini høvdu farið fyri eina slíka upphædd undir øllum umstøðum.

Endamálið við keypinum av húsunum er at flyta tey brekaðu, ið halda til í Turiðargøtu, sum stutt haðani, til eitt komandi sambýli í Smærugøtu.

Enn er tó einki komið uppá pláss viðvíkjandi handlinum, og tí liggur einki fast.