- Vit hava vist einki annað alternativ, enn at leggja saman við Klaksvík, sigur ein svínoyingur, sum fyrrapartin fór til heimbygdina at greiða atkvøðu. Fyri hálvum øðrum tíma síðani byrjaði atkvøðugreiðslan um, hvørt Svínoyar kommuna skal leggja saman við Klaksvíkar kommunu ella ikki.
Ongar plakatir vóru at síggja í bygdini fyrrapartin, men innast inni hevur bygdarfólkið uttan iva gjørt sær sína hugsan um samanlegging ella ikki.
Íalt eru 44 fólk í kommununi, og tað er millum hesi at fólkaatkvøðan er. Fleiri teirra hava longu greitt brævatkvøðu, meðan onkur var farin við Másanum út higar at greiða atkvøðu í morgun. Líkt er til, at svínoyingar í og av oynni eru upptiknir av hesum spurninginum.
Spurningurin, ið tey skulu svara er einfaldur: ?Sjálvboðin samanlegging millum Klaksvíkar kommuna og Svínoyar kommunu ? ja ella nei??
Valhølið er opið frá kl. 13 til 16, og hóast øll 44 fara á val, fer neyvan at ganga long tíð eftir at hølini lata aftur, fyrrenn úrslitið er greitt.
Fyri mong er tað ein sjálvsagdur rættur at bygdarfólkið sjálvt sleppur at siga sína hugsan um hetta málið. Tey seta prís uppá at verða tikin við upp á ráð.
Eftir atkvøðugreiðsluna verður tað so upp til kommunalpolitikkararnar at seta prosessina í gongd.