Jólatræið í Svínoy, sum ætlandi skuldi tendrast í morgin, leygardagin 8. desember, verður ikki tendrað í morgin kortini. Haldið, sum skuldi byrja í morgin klokkan 16, er útsett vegna veður.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av, verður jólatræið í staðin tendrað næsta vikuskiftið, leygardagin, 15. desember. Nærri verður kunnað um haldið seinni.
Um veðrið í morgin og sunnudagin sigur www.dmi.dk, at hann verður landnyrðingur í ættini í morgin, 7-12 metrar um sekundið, sum sunnunáttina hækkar upp í ein norðan.
Hitin fer at liggja millum 0 og trý stig, og um náttina millum 0 og minus tvey stig. Tað kann fara at kava, og møguleiki er eisini fyri onkrum vátaslettingsæli.
Sunnudagin verður vindurin millum 8 og 13 metrar um sekundið, eitt sindur av sól, men eisini ælingur. Hitin fer at liggja millum eitt og fýra stig og um náttina niður ímóti frostmarkinum.