Svín sjúk á ymiskum gørðum

Illgruni er nú um, at svín á øðrum garði í Noregi eisini eru smittað við H1N1 - Vit taka støðuna í álvara, og orsøkin er, at vit ongantíð áður hava staðfest krímið í norskum svínum.

Tað sigur eftirlitsstjóri í norska Matvørueftirlitinum, Kristina Landsverk, við NRK.

Í vikukiftinum varð staðfest, at eitt svín á garði í Nord-Trønderlag hevði fingið smittuna av einum húskalli, sum arbeiddi har.

Nú er illgruni um, at smitta eisini er á einum garði í Hedmark, har svín hava fingið luftræsistrupulleikar og fepur.

Matvørueftirlitið væntar ikki endaligt svar upp á royndirnar, sum tiknar eru í Hedmark fyrr enn í fyrsta lagi í annaðkvøld.

Fer tað at vísa seg, at royndirnar í Hedmark eru positivar, verður svínakrím staðfest millum svín á gørðum í tveimum ymiskum økjum í Noregi.

Hetta er ikki hent áður í Noregi, og tí tekur Matvørueftirlitið støðuna í stórum álvara.